sBók til franskt á føroyskum máli

Franskbókin
Franskbókin

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er undirvísingartilfar til lærugreinina franskt givið út á føroyskum máli. Talan er um eina sBók, sum fransklærararnir, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, hava týtt úr donskum og tillagað til føroyskt.

Franskt er gomul lærugrein í føroysku miðnámsskúlunum, men higartil hava næmingar altíð flutt seg millum franskt og føroyskt við danska málinum sum millumstøð. Við nýggju teldutøku Fransktbókini ber nú til at læra franskt í føroyska miðnámsskúlanum við s

tøði í føroyskmæltari mállæru og fronskum tekstum við føroyskum orðafrágreiðingum.

Tað eru Hallgerð Brim og Hanna Jensen, sum hava týtt og tillagað donsku útgávuna Franskbogen, sum føroyskir fransklærarar eru vanir at brúka. Forlagið Systime hevur givið upprunaligu útgávuna út, og Nám hevur samskipað útgávuna av føroysku Fransktbókini. Bæði Hanna Jensen og Hallgerð Brim undirvísa í fronskum í Miðnámi á Kambsdali.

– Tað er altíð best at læra eitt nýtt mál við støði í móðurmálinum og ein byrjanarbók til franskt hevur leingi vantað í føroyska miðnámsskúlanum, sigur Hanna Jensen, sum hevur verið fransklærari í 10 ár.

– Eg setti mær fyri at royna at gera nakað við hetta og kundi við gleði staðfesta, at Hallgerð Brim, sum var undir útbúgving sum fransklærari, var til dystin fús at gera hetta arbeiðið saman við mær. Hallgerð var næmingur á fyrsta franska holdinum, sum eg undirvísti í Studentaskúlanum á Kambsdali. Nú er hon sjálv lærari á sama stað, og vit hava báðar brúktFranskbogen hjá Vibeke Gade sum sBók, meðan vit hava týtt og tillagað hana til føroyskt, greiðir Hanna Jensen frá.

Ein sBók er ein samvirkin, netborin útgáva, sum í sniði líkist einari bók og í møguleikum er sum ein heimasíða. Í nýggju sBókini eru m.a. 50 tekstir, 180 myndir, 90 ljóðbrot, 250 samvirknar uppgávur og 1600 orðafrágreiðingar. Samvirknu uppgávurnar geva næmingum møguleika sjálv at venja bæði mállæru og lesing, og franski upplesturin gevur teimum møguleika at hoyra, hvussu orðini verða úttalað, meðan lisið verður.

Allar orðafrágreiðingarnar eru á føroyskum, og 40 síður langa mállæran er eisini á føroyskum. Hetta eru fyrstu ferð, at franska málið verður lýst við føroyskum hugtøkum í einari skrivligari útgávu, og í onkrum føri hevur verið neyðugt at hava Málráðið við, tí stórur munur er á málunum, og okkurt franskt fyribrygdi hevur ikki havt nakað føroyskt heiti.

Fyri at gera tað lættari  hjá lærarum og næmingum at læra seg at brúka nýggja miðilin, hevur Nám týtt og tillagað talgildu vegleiðingina sBókina um sBókina til føroyskt. Harumframt hevur Nám skipað fyri kunningardegi fyri teimum, sum undirvísa í fronskum, fyri at so nógvir næmingar, sum møguligt, fáa ágóðan av føroyska undirvísingartilfarinum.

Nýggja sBókin, sum hevur heitið Fransktbókin, kostar 100 krónur fyri eitt 3-ára hald. Styttri hald kunnu eisini keypast.

Share

Skriva eitt svar

Tín teldupostur verður ikki vístur. Kravd øki eru merkt *